Bíðilistar

Skipanin av føðiøkinum á Landssjúkrahúsinum broytt

11. JULI 2017

Tann 29. mars 2017 tók stjórnin á Landssjúkrahúsinum avgerð um at royna eina skipan við greiðari leiðsluábyrgd av ymsu virkisøkjunum á føðiøkinum, har gamla Føðideildin bleiv uppbýtt í tvær deildir, eina Burðardeild og eina Barsilsdeild. Leiðandi ljósmóðir varðveitti leiðsluábyrgdina av virkseminum á Burðardeildini, meðan deildarsjúkrarøktarfrøðingur fekk leiðsluábyrgdina av virkseminum á Barsilsdeildini.

Ætlanin var, at skipanin skuldi roynast árið út og eftirmetast til heystar. Men ásannandi ótolandi støðuna við langtíðarsjúkrameldaðum ljósmøðrum, hevur stjórnin tikið avgerð um, at royndartíðin verður stytt og endar nú í dag tann 11. juli 2017. Ásannast má, at tað hevur verið ógjørligt at roynt ætlaðu skipanina, tíansheldur at gera nakra veruliga eftirmeting av skipanini.

“Sum sjúkrahússtjóri má eg bara ásanna, at vit ikki hava megnað at verkseta ætlaða leiðslubygnaðin á føðiøkinum av givnum orsøkum” sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. “Ongin orsøk er til at treiskast og halda fast um ætlaðu royndartíðina, tá vit ikki veruliga fáa roynt skipanina. Vit hava ein stóran hóp av dugnaligum starvsfólkum innan føðiøkið, sum veruliga ynskja at røkja hvør sína uppgávu til fulnar barnakonunum og nýføðingunum í Føroyum at frama. Okkara leiðsluuppgáva er tí nú at skapa fysisku og organisatorisku fortreytirnar fyri, at Føðideildin fæst at rigga aftur.”

Aftur til leiðslubygnaðin innan 1. apríl 2017
Farið verður soleiðis aftur til skipanina áðrenn 1. apríl 2017 við eini Føðideild, har leiðslubygnaðurin tó verður betri nágreinaður. Leiðandi ljósmóðir hevur evstu ljósmøðrafakligu ábyrgd og avgerðarrætt í Føroyum og er partur av depilsleiðsluni á Skurðdeplinum í ljósmøðrafakligum viðurskiftum. Depilsleiðslan, íroknað leiðandi ljósmóður, hevur mótvegis stjórn evstu ábyrgdina av virkseminum á Føðideildini, meðan leiðandi ljósmóðir mótvegis stjórn hevur evstu ábyrgd av eitt nú viðtalum í viðgongu og eftir føðing.

Deildarljósmóðir og deildarsjúkrarøktarfrøðingur leiða dagliga virksemið á Føðideildini við tilvísing til depilsleiðsluna, íroknað leiðandi ljósmóður. Serlæknar í obstetrik og í pædiatri hava yvirskipaðu medisinsku ábyrgdina og avgerðarrættin innan hvør sítt medisinska øki á Føðideildini.

Hølisviðurskiftini verða bøtt munandi
Ásannandi tørvin á betri fysiskum kørmum til pinkubørn, barnakonur og starvsfólk, verða hølisviðurskiftini nú bøtt munandi. Arbeiðsrúm verða nú innrættaði á Føðideildini til báðar fakbólkarnar, soleiðis at betri umstøður vera bæði til at røkja fyrisitingarligar uppgávur og at menna starvsfólkahópin við eitt nú frálæru, fakligari konferansu og undirvísing. Eisini verða ábøtur gjørdar í fysisku kørmunum hjá pinkubørnum og innløgdum barnakonum.

Bygnaðarligu avbjóðingarnar, sum nýggja skipanin skuldi loysa, verða nú eftir ætlan loystar við neyvari leiðreglum fyri, hvussu uppgávurnar skulu loysast í samstarvi millum ymsu fakbólkarnar. Serliga er tað innan barsilsøkið, sum er eitt felags arbeiðsøki, at tørvur er á greiðum leiðreglum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.