Bíðilistar

Skeið í epidemiologi fyri Phd lesandi

7. APRÍL 2017

Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya fara í heyst at bjóða skeið í epidemiologi.

Skeiðið fer at viðgera grundreglur innan epidemiologi, og hevur til endamáls at veita teimum lesandi førleikar til neyvt at meta um epidemiologiskar greinar og úrslit, umframt til sjálvi at fremja grundleggjandi gransking.    

Skeiðið telur 2,8 ECTS, og vendir sær í størstan mun til PhD lesandi. Onnur kunnu tó eisini søkja. 
Undirvísingin fer fram á enskum, og undirvísarar verða Sjúrður F. Olsen, MD MsSc (Epidemiol) DMSci Phd, og Marin Strøm MSc (PHSci) Phd.

Undirvísingin ferð fram á Landssjúkrahúsinum í døgunum 4. til 7. september 2017 frá kl. 09.00 í Gestaborðstovuni á Eirargarði 7.  

Umsókn við tilmelding v.m. fer fram á t-posti lsshaga@ls.fo  innan tann 15. mai 2017.
Sí meira um skeiðið, krøv og kostna her.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.