Bíðilistar

Nógv fólk vitjaðu LS á Mentanarnáttini

7. JUNI 2017

Seinnu árini hevur Landssjúkrahúsið luttikið á Mentanarnáttini við rundvísing, men í ár var á fyrsta sinni eisini tiltak fyri børnini.

Ein bamsuskaðastova var sett upp í forhøllini og mett er, at omanfyri 200 børn vitjaðu við bæði stórum og smáum bamsum.

Hóast nógvu “sjúklingarnar”, var bíðitíðin væl styttri enn vanligt, tí einir 5-6 yngri læknar vóru til staðar, umframt sjúkrarøktarfrøðingar, sum tóku sær av sjúklingunum. 
Børnini dugdu sera væl at siga frá, hvat bamsunum feilti. Summar høvdu brotið arm ella bein, aðrar høvdu sár, og onkrar komu enntá inn við hjartastopp!

Meðan bíðað var at sleppa framat, høvdu børnini møguleiki at tekna, spæla við leikur, og royna barnahøkjur og rullistól.

Uttanfyri høvuðsdyrnar á LS stóð ein sjúkrabilur við bamsusjúklingi, har børnini kundi hoyra meiri um, hvussu bamsan vildi fingið viðgerð ávegis til sjúkrahúsið.

Rundvísing
2 rundvísingar vóru, har uml. 150 fólk tilsamans gingu av Eirargarði ígjøgnum tunnilinum oman í grøna bygningin. Ávegis fingu tey høvi at hyggja inn í hølini sum skuldu nýtast sum krígshospital undir kalda krígnum, eins og tey vitjaðu á sektiónsstovuni, innan gingið var tey 164 trapputrinini upp á takið at njóta útsýnið yvir býin.

Hetta var 4. árið at Landssjúkrahúsið luttók á Mentanarnátt.

Myndir

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.