Bíðilistar

Landssjúkrahúsið hevur longt samstarvsavtaluna við íslendska bróstkrabbaskurðlæknan

17. DESEMBER 2017

Landssjúkrahúsið hevur nú longt avtaluna við íslendska serlæknan Kristján Skúli Ásgeirsson, sum skurðviðgerð føroyskar kvinnur við bróstkrabba. Leiðslan á skurðdeplinum saman við sjúkrahússtjórnini og Kristján Skúli Ásgeirsson eru samd um fyribils at leingja samstarvsavtaluna fram til 31. desember 2018.

Landssjúkrahúsið hevur í seinastuni kannað møguleikarnar fyri at flyta viðgerðina av bróstkrabbasjúklingum til Danmarkar í eina pakkaviðgerð, eins og føroyskir sjúklingar við øðrum krabbasjúkum fáa. Men ivamál viðførdu, at Landssjúkrahúsið ikki vildi bíða longur, og tí valdi at leingja avtaluna við Kristján Skúla.

Landssjúkrahúsið vil framyvir vera í tøttum samskifti við Krabbameinsfelagið um, at framtíðartryggja sjúklingagongdina hjá bróstkrabbasjúklingum.
 
 
 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.