Bíðilistar

Gleðilig Jól

22. DESEMBER 2017

Landssjúkrahúsið takkar fyri eitt hendingaríkt ár. Góðskugóðkenningin, sum heilsustarvsfólk áhaldandi hava arbeitt við í 2017, var eitt stórt stig í mun til at skipa trygd og dygd í sjúklingagongdum framyvir.
Somuleiðis fegnast vit um, at H-bygningurin, sum nú er sjónliga ávegis, fer at veita nýggjar møguleikar til frama fyri føroyskar sjúklingar.

Á jólum royna vit at hugna um. Jóladagarnar er tónleikur á skrá, og jólamenn vitja á barnadeildini. Jólaaftan er guðstænasta í forhøllini, og um kvøldið bjóðar sjúkrahúsið góðan jóladøgurða, eins og hvør sjúklingur fær eina lítla gávu. Fyrsta jóladag spælir Frelsunarherurin í Stóragarði, sum siðvenja er.  

Við hesum vil Landssjúkrahúsið og Sjúkrahússtjórnin ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.