Bíðilistar

Brandvenjing á Landssjúkrahúsinum 4. mai kl. 19.00

4. MAI 2017

Í kvøld kl. 19.00 verður árliga brandvenjingin hjá Tórshavnar Sløkkiliði á Landssjúkrahúsinum.

Ætlanin er at gera eina roykvenjing á 4. hædd í grøna B bygninginum, og eina venjing við stigabilinum í G bygninginum.
Roynt verður at gera venjingina so veruleikakenda sum gjørligt.

Tekniska deild og Sjúkraflutningstænastan eru við í venjingini, eins og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum luttaka sum sjúklingar/statistar. 

Av tí at hetta er brandvenjing nr. 50 hjá Tórshavnar Sløkkiliði á Landssjúkrahúsinum, verður hátíðarløta aftaná venjingina við døgurða fyri teimum, sum hava luttikið.
 

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.