Bíðilistar

Bamsuskaðastova og rundvísing á LS Mentanarnáttina 2. juni

27. MAI 2017

Á Mentanarnáttini  2. juni hevur Landssjúrkahúsið aftur í ár rundvísing á stovninum, har borgarar vanliga ikki hava atgongd.
Tvær rundvísingar verða ávikavist kl 18.30 og aftur kl. 19.00.
Byrjað verður á Eirargarði og gingi verður gjøgnum tunnilin undir J. C. Svabosgøtu oman í grøna bygningin. Sí skránna niðanfyri.

Sum nakað nýtt hevur LS valt eisini at hava eitt tiltak fyri smærri børnum, og verður tí bamsuskaðastova opin millum kl. 18.00-20.00. Endamálið er, at børnini fáa høvi at vitja á LS við teirra sjúku ella skaddu bamsum, og uppliva starvsfólk í hvítum kitlum sum nýta løgin kanningartól, - uttan at tey sjálvi eru í fokus.

Skráin

Tiltak til børnini:

Kl. 18.00- 20.00  Bamsuskaðastova á Landssjúkrahúsinum
Er bamsan hjá tær komin til skaða? Ella er hon blivin ússalig?
Á Bamsuskaðastovuni á Landssjúkrahúsinum standa vit klár við bæði lækna og sjúkrarøktarfrøðingi at kanna og viðgera tína sjúku bamsu.
Tú fært greitt frá hvussu tín bamsa verður kannað, og sleppur at hjálpa heilsustarvsfólki við heftiplástur ella forbinding.
Bamsan hjá tær fær eisini høvi at vitja aðrar ússaligar bamsur í sjúkrabilinum, sum stendur uttanfyri LS.

Bamsuskaðastovan er staðsett til høgru beint innanfyri høvuðsinngongdina hjá Landssjúkrahúsinum. Hygg eftir bamsuskeltinum.


Rundvísing á Landssjúkrahúsinum:
Túrur 1  - kl. 18.30  Byrja verður við reyðu bygningarnar á Eirargarði 16.

kl. 18.30 Bygningar, psykiatri og tunnil á Eirargarði
Styttri frágreiðing um psykiatri og Eirargarð

kl. 18.45 Ganga gjøgnum tunnilin undir J.C Svabosgøtu oman í  grøna bygningin  (uml 1. km)
Steðga verður við krígshospitalið

kl. 19.00 Sektiónsstovan
Framvísing og styttri frágreiðing um arbeiðið í sektiónsstovuni

kl. 19.10 Upp á takið á grøna bygninginum umvegis trappurnar
164 trapputrin eru frá niðastu hædd til ovastu. Vilt tú upp at njóta frálíka útsýnið yvir býin?

Liðugt
LS bjóðar gómagott í forhøllini. Framsýningin av komandi H - bygninginum er opin. 

 

Túrur 2  - kl. 19.00  Byrja verður við reyðu bygningarnar á Eirargarði 16.

Kl. 19.00 Bygningar og tunnil á Eirargarði 
Styttri frágreiðing um psykiatri og Eirargarð

Kl. 19.15. Ganga ígjøgnum tunnilin undir J.C. Svabosgøtu oman í B- bygningin (uml. 1. km)
Steðga verður við krísghospitalið

kl. 19.30  Sektiónsstovan
Framvísing og styttri frágreiðing um arbeiðið í sektiónsstovuni

kl. 19.40 Út á takið á grøna bygninginum umvegis trappurnar
164 trapputrin eru frá niðastu hædd til ovastu. Vilt tú upp at njóta frálíka útsýnið yvir býin?

Liðugt – Forhøllin
LS bjóðar gómagott í forhøllini. Framsýningin av komandi H - bygninginum er opin. 

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.