Bíðilistar

37 listafólk vilja listprýða Landssjúkrahúsið

22. FEBRUAR 2017

Hósdagin 23. februar fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at avdúka tey, ið skulu listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Í alt eru 2,3 mió. kr. settar av til endamálið.

Í fjør vóru listafólk um allan heim vóru boðin við til at seta sín dám á nýggja sjúkrahúsbygningin, sum verður bygdur í vakra umhvørvinum oman í móti Sandagerði. Listafólkafelagið LISA, hevur hjálpt við at fáa boðskapin út.

Avmarkingar hava ikki verið settar fyri fyri, hvat slag av list talan var um, har listahandverk, filmslist og onnur list kann verða við. Dentur hevur verið lagdur á, at listafólkini draga sjúklingar, starvsfólk og avvarðandi við í listarligu tilgongdina. Samstundis er umráðandi, at listafólkini gjarna vilja arbeiða við samanspælinum millum lekjandi list og listahandverk, arkitekturin og umhvørvið kring bygningin, og at støðið onkursvegna verður tikið í føroyskari mentan.

Tá ið freistin var úti, vóru 37 uppskot komin frá listafólkum úr Føroyum og uttanlands. Ein listabólkur hevur síðani valt nøkur listafólk til at prýða bygningin. Í morgin fer landsstýriskvinnan í heilsumálum at avdúka hvørji listafólkini eru.

Í listabólkinum eru:

  • Jane Ziska, umboðandi medisinska depilin á Landssjúkrahúsinum
  • Tórunn H. Ósá, umboðandi psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum
  • Jóhan Martin Christiansen, umboðandi LISA
  • Nina Arge, umboðandi Faerport II
  • Rosan Bosch, Byggiharra ráðgevi
  • Bárður í Baianstovu, umboðandi Landsverk
  • Jan á Argjaboða, verkætlanarleiðari hjá Landsverk

Samkoma verður á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at nøvnini verða almammakunngjørd á teimum, ið skulu listprýða nýggja H-bygningin.
Tiltakið verður í forhøllini og byrjar klokkan 14.30.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.