Bíðilistar

Útbúgving til IPLS fasilitator

26. APRÍL 2016

IPLS stendur fyri “Interprofessionell læring og samstarv” og snýr seg um, at ymiskir fakbólkar meira skipa læra við, um og av hvørjum øðrum á ein pliktaðan hátt í samtarvi við hvønn annan og við sjúklingin/borgaran. 

Hoyr samrøðu hjá Kringvarpinum við Tormóður Stórá um IPLS útbúgvingina her.

Mál og endamál
Yvirskipaða endamálið við IPLS er, at bøta um kliniska dygd, borgara/sjúklingatrygd umframt starvsfólkatrivnað. Ein útbúgvin IPLS fasilitator er førur fyri at seta gongd á og stuðla undir toymissamstarv og toymisprosessir, dugir at seta fokus bæði á økta læring millum professiónirnar og tað at hava sjúklingin við í avgerðir, sum viðkoma hansara sjúklingagongd. Fasilitatorararnir eru virðismiklir samstarvspartar fyri leiðsluna í arbeiðnum við Interprofessionellum aktvitets- og menningar verkætlanum.

Tvey øki, sum alsamt størri áherðsla verður lagt á innan kommunala, -almanna,- og heilsuøkið, eru: 

  1. Tað at hava sjúklingin/borgaran meira við í avgerðum, sum hava við hann at gera 
  2. Tað at betra um samstarvi millum teir ymisku fakbólkarnar, bæði tvørturum fakmørk og geirar

IPLS er ein grundleggjandi tilgongd, sum kann savna og betra arbeiðið við tvørgangandi sjúklinga/borgara gongdum, sjúklinga/borgara trygd, arbeiðið við dygdarmenning, útbúgvingarplanlegging og læring. 

Fasilitering verður í IPLS høpi fatað, sum ein professionel praksis, sum hevur til endamáls at hjálpa bólkum til at náa felags málum, við at leiða prosessir, sum aktivera og involvera luttakararnar. Undir útbúgvingargongdini verður áhaldandi fokuserað á, hvønn leiklut samstarvi millum teir ymisku fakbólkarnir og samstarvið við sjúklingin/borgaran hevur í hesum prosessum.

Málbólkur
Luttakararnir skulu hava EITT ella FLEIRI av fylgjandi arbeiðisøkjum:

  • Verða starvsfólk sum eru um borgarar/sjúklingar í dagliga arbeiðnum
  • Verða partur av tvørfakligum toymi. Tað kann bæði verða “føst” toymir, toymir sum virka tíðaravmarkað, toymir við fakligum uppgávum og toymir við dygdar-og organisatiónsmenningar uppgávum.
  • Planleggja ella luttaka í verkætlanum saman við fleiri yrkisbólkum 
  • Hava ábyrgd fyri útbúgvingaraktivitetum við fleiri fakbólkum

Fyriskipan av útbúgvingini
Tað er “Center for HR i Region H”, sum stendur fyri útbúgvingini, sum tey hava ment í samstarvi við “Centre for Interprofessional Education, University of Toronto”. Útbúgvingin verður bjóðað starvsfólkum innan heilsuverkið, almannaverkið, í kommunum, á heilsuútbúgvingarstøðum og øðrum viðkomandi samstarvspørtum.

Útbúgvingin er fyriskipað við fyrilestrum og bólkaarbeiðið. Sjúklingur og avvarðandi fortelja sína søgu, og vit fáa dømi frá praksis, har arbeitt verður við IPLS. Harumframt verður dentur lagdur á, at luttakararnir ávegis fáa ein ítøkiligan møguleika fyri at arbeiða við og reflektera yvir nýggju vitan og royndir sínar í egnari praksis. At læra, hvussu man verður dugnaligur til at verða partur av interprofessionellum toymissamstarvi, og hvussu man fasiliterar bólkaprosessir, krevur vitan, førleikar og venjingar, umframt evnini at reflektera um seg sjálvan í leiklutinum sum fasilitator.

Undirvísarar
Tað eru Anette Lykke Nielson, Anette Winther Eriksen og Jette Hovedskov, allar útbúgvingar- og menningarkonsulentar frá “Center for HR i Region H”, sum standa fyri útbúgvingargongdini, í tøttum samstarvi við einum interprofessionelt og tvørsektorielt samansettum toymi frá “Center for HR, sektion efteruddannelse og kompetenceudvikling.

Í toyminum eru eisini:

  • sektionschef Jette S. Holzmann, Center for Hr, sektion for kompetenceudvikling og efteruddannelse
  • Betina Kruse, HR konsulent, strategi, kommunikation og HR, gladsaxe kommune
  • Synnøva Hansen, deildarleiðari deild M, Klaksvíkar sjúkrahús
  • Jana Mortensen, menningarsjúkrarøktafrøðingur, Trygd og Dygd, Pyskiatriski depilin, Landssjúkrahúsið

 Saman við Annette og Jette, eru allar hesar við í frálæruni á ymsan hátt.

Útbúgvingar bygnaður
Útbúgvingin er býtt upp í trý modulir. Leiðarar og samstarvspartar hjá skeiðsluttakarunum verða aktivt involveraðir, eins og áhaldandi fokus er á, hvussu nýggja vitanin og førleikarnir kunnu implementerast og brúkast aktivt á arbeiðsplássinum. Tá fleiri starvsfólk frá somu organisatión luttaka í senn, økir tað um møguleikan fyri at implementera menningartiltøk, sum styrkja interprofessionella samstarvið.

Útbúgvingargongdin byrjar við einum sokallaðum “Kick- off” seminari fyri leiðarunum mikudagin 25 mai frá kl 12.00 – 15.30, har millum annað verður nomið við hesi evni:

  • Hvønn týdning hevur leiðarin fyri, at útbúgving gevur gagnligt avkast? Á hvønn hátt kann hann stuðla “sínum” luttakara?
  • Hvat er interprofessionel læring og samstarv
  • Hvat kann interprofessionel læring og samstarv geva organisatiónini? Hvørjum er evidensur fyri?
  • Hvat er innihaldið í IPLS fasilitator útbúgvingini?
  • Hvørjir lærihættir verða brúktir?

Modulini verða ávikavist 26-27 mai, 22-23 juni og 30-31 august. Les um innihaldið á modulunum og um leiðaraseinrapartar her.  

Prógv
Prógv verður bert latið, um uppmøtingin hevur verið minst 80 %. Luttakararnir skulu vænta at brúka nakað av tíð til fyrireiking til modulini, svarandi til ca 2 -3 tímar.

Áðrenn skeiðsbyrjan, verður ein neyvari skrá send til luttakararnar saman við fyrireikingartilfari og viðkomandi greinum. Onkur grein er á enskum. 

Eru spurningar, ber til at skriva til Janu Mortensen á lsjanmo@ls.fo 

 

Tilmelding og kostnaður
Høli: Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður 7.
Prísur: kr. 6.500,- Íroknað prísin er morgunmatur, miðmáli og kaffi/te fyrrapart og seinrapart. 
Vit byrja við morgunmati hvønn morgun kl 8.00 og undirvísingin endar kl 15.30. Tó halda vit áfram til kl 17 hin 27 mai.

Tilmelding fer fram her. Tá ein meldar til, skal ein nýta eina "adgangskode", ið er: Færøerne.

Tilmeldingarfreist: fríggjadagin 29. apríl kl 12.00

Tak faldara niður her.

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.