Bíðilistar

Vísindavøkan á ferð – bílegg ein granskara!

17. AUGUST 2016

Í september fer Vísindavøka aftur á ferð kring alt landið.

Í sambandi við Vísindavøkuna 2016 hava ein røð av granskarum játtað at halda fyrilestrar kring landið í september. Endamálið er at geva øllum føroyingum møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni.
Fríggjadagin 30. september verður sjálv Vísindavøkan við framløgum, framsýningum og ymsum tiltøkum. Hon verður í Perluni og Reinsarínum í Tórshavn.

Við hesum bjóðar Granskingarráðið skúlum, stovnum, fyritøkum, feløgum, kirkjum, samkomum og øðrum at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur hjá sær ein av døgunum 19. – 29. september.
Tað kann bæði vera um dagin og um kvøldið. 

Granskarin heldur ein fyrilestur um eitt avtalað evni í 30-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak.

Les um hvussu til ber at bíleggja ein granskara, og hvørji evni eru á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum her. 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.