Bíðilistar

Valfundur á Landssjúkrahúsinum 7. nov kl. 15.00

6. NOVEMBER 2016

​Almennur valfundur verður í forhøllini á Landssjúkrahúsinum mánadagin 7. november kl. 15.00 til uml. 16.00. 

Umboð fyri flokkarnar vera tilstaðar.

Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, byrjar við einum stuttum innleggi. Síðani fær hvør flokkur 2 min. til innleiðing.

Kári Mikkelsen tíðindamaður og samskiftisráðgevi verður fundarstjóri.

Evnir til valfundin, sum vit á LS m.a. kundu hugsa okkum at hoyrt meiningar um, eru:  

  • Hvussu tryggja vit eitt betri samstarv millum LS og Tórshavnar Kommunu um nakrar av veikastu borgarum landsins, liðugt viðgjørdar sjúklingar? 
  • Hvussu kann samstarv millum LS og Tórshavnar Kommunu tryggja, at høvuðsstaðurin fær sum mest burtur úr størstu almenna byggjaríinum komandi 4 árini? 
  • Hvussu kunnu LS og Tórshavnar Kommun samstarva um økið rundan um nýggja H-bygningin, her hugsa vit um t.d. parkering (parkeringskjallara í bygninginum), fjørðuna, prominadu yvir til Sandagerð og náttúruna annars?
  • Hvussu við bussleiðini, fólk sum skulu møta t.d. kl. 07:00 til arbeiðis, fáa ikki brúkt hana?

  • O.a.

Vælkomin.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.