Bíðilistar

Nýggjur smittuverjufrøðingur

3. MAI 2016

Frá 1. mai 2016 er Lena Lambaa er sett í starv sum smittuverjufrøðingur við Heilsuverk Føroya. 

Lena er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur arbeitt fleiri ár á infektiónsmedisinskari deild á Odense Universitetssjúkrahúsi.

Starvið sum smittuverjufrøðingur umfatar sjúkrahúsini og primera heilsuøkið.

Uppgávurnar hjá smittuverjufrøðinginum eru millum annað at skipa fyri almennum- og bráðfeingis smittufyribyrgjandi tiltøkum, at ráðgeva um smittufyribyrgjandi sniðgeving av nýbygningum og umbyggingum og keyp av røktar- og viðgerðarútgerð.

William Smith heldur fram í sínum starvi í eitt ár, meðan Lena er í upplæring til starvið.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.