Bíðilistar

Nøgdsemi er høgt millum føroyskar sjúklingar, sum fáa viðgerð í Íslandi

13. DESEMBER 2016

Tað vísur ein kanning íslendska Landspítali hevur gjørt millum føroyskar sjúklingar í tíðarskeiðinum juli 2015 til juni 2016.  

Føroysku sjúklingarnir hava allir fingið eitt spurnarblað at svara, sum nágreinar teirra uppliving av sjúklingagongdini, frá hotel hentleikum til viðgerð og starvsfólk á sjúkrahúsinum umframt samskiftið millum Landssjúkrahúsið og Landspítali.

Hvør spurningur kundi svarast við eini trin 3-5 trin skala varierandi millum sera gott og sera ringt.
Av møguligum respondentum hava 66% valt at svara spurnarblaðnum.

Úrslitið vísur, at nøgdsemið er stórt við nærum alt sum hevur við sjálva viðgerðina og sjúkrahúsið at gera, í meðan onkur tænasta frá sjúklingahotellinum kundi verið betri.

Hetta hevur Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum tó gjørt vart við, og síðani eru hesar umstøðurnar vornar væl betri.

Samanumtikið vísur kanningin, at føroyska nøgdsemið við Landspítali í mestan mun er gott. 

 

Myndir

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.