Bíðilistar

Játtan til gransking í tarmbrunasjúkum í Føroyum.

20. DESEMBER 2016

Yvirlækni Kári R. Nielsen og lækni, PhD Johan Burisch frá medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum hava fingið 1.3 mio. kr. í granskingar stuðli frá Novo Nordisk Fondinum. Játtanin er latin til, at kanna hvørja ávirkan arvur og umhvørvi hava á tarmbrunasjúkur í Føroyum.

Tilburðir av tarmbrunasjúkunum “Morbus Crohn” og “colitis ulcerosa” eru hægri í Føroyum enn í restina av heiminum. Vit kenna ikki orsøkirnar til tað, men bæði arvafrøðiligar og umhvørvisligar orsøkir eru avgerandi fyri, um sjúkan tekur seg upp. Við játtanini skulu granskarar í samstarvi við Ílegusavnið kanna samspælið millum arv, umhvørvi og bakteriusamanseting í tarminum fyri at lýsa, hví so nógv fólk fáa sjúkuna í Føroyum, og um tað við blóð- ella skarnroyndum ber til at síggja, hvør fer at fáa hesar sjúkurnar.

Verkætlanin fer ikki bert at koma við týdningarmiklari vitan um, hvussu sjúkurnar byrja, men eisini vísa á, hvussu vit kunnu staðfesta sjúkuna so tíðliga sum gjørligt, og sum frá líður fyribyrgja tarmbrunasjúkum.

Meira fæst at vita um verkætlanina við at venda sær til Kára R. Nilsen á Landssjúkrahúsinum.

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.