Bíðilistar

Granskingardagur verður á Landssjúkrahusinum 19. mai

18. MAI 2016

Hósdagin 19. mai 2016 verður aftur hildin almennur granskingardagur í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, har sjóneykan verður sett á gransking, ið verður framd á ella hevur samband við Landssjúkrahúsið. 

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum metir, at við góðu royndunum frá undanfarnu árum, kunnu vit bert staðfesta, at tørvur og áhugi er fyri, at gransking á Landssjúkrahúsinum verður lýst á serstøkum tiltaki. 

Á Granskingardegnum verður høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið.

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum.

Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin – heiðursløn verður latin besta postara, ið verður valdur av serstakari nevnd.

Sí skránna fyri granskingardagin her.

Fyrilestrar á Granskingardegnum verða hesir:

An outbreak of Vancomycin resistant Enterococcus faecium (VRE) in the Faroe Islands
– Treatment with antibiotics as risk factor for VRE colonization
v/ William Smith, smittuverjufrøðingur


Behind every dot there is a patient
v/ Eydna Lindenskov, bachelor í sjúkrarøktarfrøði og Bjørghild Nolsøe, bachelor í sjúkrarøktarfrøði


BiFaSeps Study - Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-study sMR and Expression of CD 64 Receptors on Neutrophils in Bacteraemia
v/ Shahin Gaini, yvirlækni Phd, serlækni í medisin og Infektiónsmedisin


Bedring af søvnkvalitet med Musik-lyttepuder for unge i Ambulatoriet for B&U, Psykiatriski Depilin, Landssjúkrahúsið, Tórshavn
v/ Sanne Storm, musikterapeutur og granskari


Basic Body Awareness Therapy – Fremur rørslukvalitet og heilsu í gerandisdegnum
v/ Jórun Simonsen, fysioterapeutur, spec í BBAT og Lív Egholm, fysioterapeutur, spec í BBAT

 

Les meiri um gransking og granskarar á Landssjúkrahúsinum her.

 

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.