Bíðilistar

Givið blóð 100 ferðir

19. OKTOBER 2016

Í dag hevur Jógvan Bærentsen verið í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum og givið blóð fyri 100. ferð. Hetta er fyrstu ferð í Føroya søgu at nakar hevur givið blóð 100 ferðir.

Sum ungur skóti sá Jógvan nógv upp til tey eldru í skótaliðnum sum góvu blóð, og avgjørdi hann longu tá, at hetta vildi hann eisini, tá hann bleiv vaksin . Tá hann so, sum 18 ára gamal, ivaðist í, hvussu hann skuldi bera seg at við at sleppa at geva blóð, hoyrdi hann eina útvarpslýsing frá Blóðbankanum um at mangul var á blóðgevum. Tá valdi hann at fara út í Blóðbankan og melda seg til.

Hetta var í 1973 og øll hesi árini hevur Jógvan verið trúfastur blóðgevi, bæði í Føroyum og í Danmark, og kann nú kalla seg: Fyrsti blóðgevi í Føroyum, sum hevur givið blóð 100 ferðir. Hetta er eitt ómetaliga flott og dýrabart verk, sum fyri mong hevur fingið eitt óendaligt virði.

Gávan, sum Felagið Blóðgevi letur í hesum sambandi, er ein glasfuglur frá Mikkalina Glas. Fuglurin ímyndar ein pelikan, sum í fleiri londum er ímyndin av blóðgeva gerninginum. Søgan sigur, at pelikanurin roytir fjarðarnar av sínum egna brósti, til blóðið rennur, so veiku ungarnir kunnu styrkjast við at drekka av tí.

Blóðbankin og Felagið Blóðgevi takkar Jógvani fyri trúgvan og góðan stuðul í Blóðbankanum og ynskja honum alt tað besta framyvir.

Ynskir at geva blóð, so melda til á gevidblod.fo

Myndir

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.