Bíðilistar

Útgrevsturin fyri H-bygninginum í gongd

20. MAI 2015

23. feb. 2015 setti Karsten Hansen, landsstýrismaðurin í heilsumálum hakan í fyri nýggja H-bygninginum, sum skal standa liðugur 23. feb. 2019.
Seinastu tíðina hevur felagið Sp/f Grettir, sum fekk arbeiðið at grava út, rigga byggiøkið til og sett upp hegn, arbeiðsskúrð vm. og er nú veruliga gongd komin á útgrevsturin og sjónlig tekin síggjast nú í økinum har bygningurin skal standa.

Eisini er framhaldandi møguleiki hjá almenninginum og starvsfólkum at vitja framsýningina um H-bygningsverkætlanina í gomlu forhøllini á Landssjúkrahúsinum og gera seg kunnugan við verkætlanina og møguleika fyri at koma við viðmerkingum vm. Myndir av m.a. framsýningini síggjast her.

Um bólkar ynskja serkøna kunning um verkætlanina ber til at skriva til ls@ls.fo ella at venda sær til Stjórnarskrivstovuna.

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.