Bíðilistar

Víðkað samstarv millum Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús innan hondkirurgi og apopleksi

26. MARS 2015
Á myndini síggjast Heri Ellingsgaard, stjóri á KS, Sigurð Ó. Vang, stjóri á LS og Naina Túgvustein, varastjóri á LS. (©Norðlýsið/Olivur Joensen)

 Á myndini síggjast Heri Ellingsgaard, stjóri á KS, Sigurð Ó. Vang, stjóri á LS og Naina Túgvustein, varastjóri á LS.  (©Norðlýsið/Olivur Joensen)

23. mars 2015 inngingu Landssjúkrahúsið (LS) og Klaksvíkar Sjúkrahús (KS) avtalu um 2 nýggj samstarvsøki t.e. innan hondkirurgi og apopleksi (heilabløðing ella -tøpp).
Samstarvið millum LS og KS hevur síðani 12. juli 2012 virkað við støði í eini rammuavtalu, ið var tann fyrsta av sínum slag. Avtalan viðgerð eina røð av samstarvsevnum millum sjúkrahúsini, harav økir sum røntgen, blóðbanka, rannsóknarstovu, medico-teknikk, sjúkraflutningstænastuøkið, uttanlandstænastuøkið o.s.fr. Síðani tá er avtalan víðkað við nýggjum samstarvsøkjum, eitt nú felags liðlækna til Sjúkraflutningstænastuna.

 
Sum liður í menning av samanhangandi viðgerðartilboðum og sjúklingagongdum í Sjúkrahúsverki Føroya hava KS og LS nú inngingið avtalu um nýggja samstarvsskipan innan sjúkrahúsviðgerð av apopleksi-sjúklingum. Ætlanin er seinni í ár at víðka hetta samstarvið við kommunalu samstarvsøkini innan eldraøkið, herundir Tórshavnar Kommunu, og fáa samanhangandi sjúklingagongd frá akuttari innleggjan á LS til endurvenjing í nærumhvørvinum, eftir at sjúklingurin hevur verið til sjúkrahúsendurvenjing á LS og KS og verður útskrivaður frá sjúkrahúsunum.


Somuleiðis er avtala gjørd innan hondkirurgi, har skurðlækni á LS kemur at skurðviðgerða á KS.


LS og KS eru í dialogi um onnur økir, við atliti til at tryggja skynsama nýtslu av tilfonginum í Sjúkrahúsverki Føroya og fyri tryggja góðar sjúklingongdir og viðgerðartilboð.
 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.