Bíðilistar

Trýsttangin flytast - tænastan óvirkin í viku 17 (20-27 apríl 2015)

31. MARS 2015

Trýsttangatænastan verður óvirkin frá mánadagnum 20. apríl 2015 kl. 08.00 til mánadagin 27. apríl kl. 08.00, um ikki onnur fráboðan kemur. 
Hetta er í sambandi við at tangin verður fluttur úr núverandi hølum hjá Vørn á Hjalla til nýgjørd høli hjá Landssjúkrahúsinum í J. C. Svabosgøtu. 
Um tað koma tilburðir við kavarasjúku, meðan tangin er óvirkin, vil Landssjúkrahúsið taka upp samband við trýsttangatænastu á Landspítalinum í Reykjavík í Íslandi ella hjá Royal Infirmery (NHS Grampian's) í Aberdeen í Skotlandi við atliti til møguliga viðgerð og verður sjúklingurin tá fluttur loftvegis.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.