Bíðilistar

Sjúklingahotellið Tórshavn móttikið gávubræv til venjingartól

10. DESEMBER 2015

Sjúklingahotellið Tórshavn hevur fingið gávubræv áljóðandi 38.000kr. frá Lions Club Tórshavn.

 

Í longri tíð hevur ynski verið at betra um venjingarmøguleikar í hølinum hjá sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, og nevndin í Lions tók evnið upp, eftir at ein avvarðandi hjá sjúklingi hevði gjørt vart við hetta.

 

Peningurin frá Lions Club er savnaður inn frá árliga jólatiltakinum hjá teimum í Viðalundini, sum eisini í ár varð væl vitjað.

 

Á sjúklingahotellinum eru tey sera glað fyri gávubrævið, og møguleikan at keypa nýggja útgerð. Nýggju tólini fara at betra munandi um møguleikarnar fyri at venja undir uppihaldi á sjúklingahotellinum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.