Bíðilistar

Serlækni í geriatri (eldrasjúkum) í starv á Landssjúkrahúsinum

19. MARS 2015
Á myndini eru Bjarni á Steig, depilsleiðari á Medisinska deplinum, og Jens Smith, serlækni í geriatri.

Á myndini eru Bjarni á Steig, depilsleiðari á Medisinska deplinum, og Jens Smith, serlækni í geriatri.

Jens Smith, serlækni í geriatri ella eldrasjúkum er fyribilssettur í parttíðarstarv á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Jens Smith er 65 ára gamal og er serlækni í geriatri og almennum medisini. Jens hevur í mong ár virkað í danska heilsuverkinum.
Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2015 raðfesti landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen og løgtingið innsatsin í mun til eldrasjúkur. Geriatari er serkønur í at gera heildarmetingar og íverkseta og/ella tilmæla viðgerð av sjúkuviðurskiftum hjá eldri borgarum. Høvuðsinnsatsbólkurin er vanliga sjúklingar yvir 80 ár.
Talan er um nýggja sergrein í Sjúkrahúsverki Føroya, og er ætlanin í stigum at fara undir nærri tilskilað virksemi og innsatsøkir til gagns fyri eldri borgarir.
Jens byrjar í starvinum 1. apríl 2015.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.