Bíðilistar

Samstarvsavtala millum Sernám og Landssjúkrahúsið

23. APRÍL 2015

Í gjár 22. apríl 2015 skrivaðu Sernám og Landssjúkrahúsið undir samstarvsavtalu. Avtalan er tann fyrsta av sínum slag millum stovnarnar.
Avtalan er ein sonevnd rammuavtala, ið leggur ein yvirordnaðan leist fyri samstarvi og samskipan millum stovnarnar innan ymisk týðandi evni eitt nú samstarvsskipan viðv. psykiatriskum viðurskiftum hjá børnum og ungum, um audiologopædtænastu t.e -logopædtænastu til heilaskadd, tali- hoyri- venjingar og kanningar til borgarir t.d. við Cochlar implant (innbygdum hoyritól), eftirútbúgving vm umframt hoyrimetingar av børnum og ungum við talitrupulleikum.

 

Endamálið við hesi avtalu er at betra um samlaðu borgara-/sjúklingagongdina við einum skipaðum tvørsektorsamstarvi við greiðum ásetingum viðvíkjandi innihaldi og mannagongdum.

Landssjúkrahúsið og Sernám ynskja at nýggja avtalan skal stuðla undir málinum um at veita eina góða  tænastu á høgum fakligum stigi, og herundir at umskiftið hjá børnum og vaksnum ímillum stovnarnar skal kennast sum ein samanhangandi heild við dygd.

 

Á myndini síggjast nøkur teirra sum hava verið partur av avtalutilgongdini og sum virka innan samstarvsøkið: Anna Elisabeth Iversen, leiðari á Barna- og ungdómspsykiatriini, Ólavur Højgaard, tali- hoyriráðgevi, Rebekka G. Perlick, yvirlækni í barna- og ungdómspsykiatri, Emmy Joensen, stjóri á Sernám, Bjarki Ellefsen, yvirlækni í Oyrna-nøs-hálssjúkum, Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri og Asta Joensen, depilsleiðari á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.