Bíðilistar

Samstarvsavtala millum Landssjúkrahúsið og Politiið í Føroyum

12. FEBRUAR 2015

22. januar 2015 skrivaðu Landssjúkrahúsið og Politiið í Føroyum undir samstarvsavtalu. Avtalan er tann fyrsta av sínum slag millum stovnarnar. Avtalan er ein sonevnd rammuavtala, ið leggur ein yvirordnaðan leist fyri samstarvi og samskipan millum stovnarnar innan ymisk evni, eitt nú samskifti millum Politiið og Bráðdepilin í sambandi við hendingar um handfaring av ikki-náttúrligum deyðsføllum vm.
Endamálið við hesi avtaluni er at betra um samstarvið og samskiftið millum stovnarnar, við greiðum ásetingum viðvíkjandi innihaldi og mannagongdum.
Ætlanin er í 2015/16 at menna avtaluna víðari við øðrum evnum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.