Bíðilistar

Ráðstevna um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens verður 15. apríl 2015

2. MARS 2015

Mikudagin tann 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens.

 

Endamál

Endamálið við MRB-ráðstevnuni er at kunna um vaksandi trupulleikan við multiresistentum bakterium og antibiotikaresistensi, og at geva íblástur til at herða tiltøkini ímóti MRB.

Málbólkur
Málbólkurin umfatar læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk í primera- og sekundera heilsuøkinum, tannlæknar, djóralæknar, starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetur Føroya og starvsfólk á Heilsufrøðiligu starvsstovuni og apoteksverkinum

Nær
15. apríl 2105 kl. 09.00-18.00

Hvar
Á Hotel Føroyum

Átøkini, ið verða framd til tess at fyribyrgja spjaðing av MRSA (Methicillin resistente Staphylococcus areus) í Føroyum, eru grundað á leiðreglur hjá Sundhedsstyrelsen: Vejledning om forebyggelse af spredning af MRSA, Sundhedsstyrelsen 2012.
Higartil er eydnast at avmarkað spjaðingini av MRSA.
Ein orsøk til at vit kortini finna MRSA og aðrar vandabakteriur kann vera regluliga samstarvið við danska heilsuverkið, har sjúklingar úr Føroyum verða viðgjørdir á sjúkrahúsum í Danmark. Onnur orsøkin kann vera, at lutfalsliga nógvir føroyingar ferðast og arbeiða í londum, har MRSA og multiresistentar bakteriur (MRB) oftari koma fyri.
Seinastu tvey - trý árini er talið av sjúkrahúsinfektiónum økt, og er tað serliga ESBL (Extended spectrum beta-lactamase), ið hava elvt til økingina. Higartil eru VRE (Vancomycin resistente enterococcer), Clostridium difficile T027, GRE (Gentamycin resistente enterobakterier), CRE (Carbapenem resistente enterobakterier) ella aðrar multiresistentar bakteriur ikki komnar fyri.
Tað er valla hugsandi, at vit kunna forða fyri, at MRB fer at økjast, men væntandi kunna vit avmarkað trupulleikan, um vit hava miðvís smittufyribyrgjandi tiltøk, og halda fast við ein tálmandi antibiotikapolitikk.

Kostnaður
kr. 700,-

Tilmelding
Hjá Katrin Joensen, fulltrúi á kjj@ls.fo
Tilmeldigarfreist er 12. mars 2015

Tiltakið er fyriskipað av Heilsumálaráðnum, og er lagt til rættis av Smittuverjunevndini á Landssjúkrahúsinum saman við MRB-bólkinum, ið samskipar virkisætlanina fyri alt landið.

Sí kunning og skrá her


Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.