Bíðilistar

Nýggjur leiðari á Sjúklingahotellinum Tórshavn

2. NOVEMBER 2015

Landssjúkrahúsið hevur sett Lene Juul Hallig í starv sum leiðara á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.
Lene er 46 ára gomul, og er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Slagelse Sygeplejeskole í 1994.

Hon byrjaði í starvi sum sjúkrarøktafrøðingur á skurðdeild á Slagelse Sjúkrahúsi, har hon seinni gjørdist leiðari.
Hon hevur verið álitisfólk og kliniskur vegleiðari, og hevur tikið diplomleiðaraútbúgving.

Í 2010 gjørdist hon leiðari av nýggjari Bráðdeild á Slagelse Sygehus, og var við til at byggja deildina upp frá byrjan av.

Lene Juul Hallig er av føroyskari ætt, og hevur fleiri ferðir vitja í Føroyum.

Hon byrjar í nýggja starvinum tann 1. desember.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.