Bíðilistar

Nýggj grein um 3-MCCd almannakunngjørd í altjóða tíðarriti.

8. APRÍL 2015
Jákup Andreas Thomsen er lækni á LS

Is L-Carnitine Supplementation Beneficial in 3-Methylcrotonyl-CoA Carboxylase Deficiency?” er heitið á nýggjari grein, sum Jákup Andreas Thomsen, lækni á Landssjúkrahúsinum hevur skrivað saman við øðrum og fingið útgivna í altjóða vísindaligum tíðarritinum, “Journal of Inherited Metabolic Disease Reports”.

Greinin og kanningarnar eru gjørdar í tøttum samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Ríkissjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið.

 

3-MCCd elvir til lágt karnin í blóðinum. 21 sjúklingar eru staðfestir í Føroyum.


Endamálið við kanningini var at kanna føroysku sjúklingarnar nærri og fáa til høldar meira vitan um hesa sjáldsomu ílegusjúkuna.

Karnitin virði í blóði, vødda og landi, eins og sjúkrasøga og sjúkueyðkenni hjá 3-MCCd sjúklingunum, verða lýst í greinini. Sjúklingarnir vóru kannaðir bæði við og uttan viðgerð við karnitin ískoyti – tískil bar til at staðfesta, um nakar munur var, um sjúklingarnir fingu viðgerð ella ikki.

 

Kanningarnar vístu, at 3-MCCd sjúklingar hava lægri karnitin virði enn vanlig fólk bæði í vødda og blóði. Um sjúklingarnir taka karnitin ískoyti, liggur karnitin talið lágt í normaløkinum. 3-MCCd sjúklingar hava fá sjúkueyðkenni, tó mettu uml. helvtin av sjúklingunum seg vera troyttari enn onnur. Hjá fleiri hvarv troyttleikin, um tey tóku karnitin ískoyti.

Sum heild vísti kanningin tó ikki greiðar ábendingar um, at tað er viðkomandi at viðmæla øllum 3-MCCd sjúklingum at taka karnitin ískoyti - hinvegin kann karnitin ískoyti roynast um sjúkueyðkenni, sum eitt nú troyttleiki, eru til staðar.


Les abstract her



Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.