Bíðilistar

Nøgdsemi við tænastustøðið í samband við viðgerð uttanlands og á Sjúklingahotellinum Tórshavn

15. APRÍL 2015

Ein umfatandi tænasta hjá Landssjúkrahúsinum er at skipa fyri ferð og uppihaldi hjá sjúklingum sum skulu uttanlands í viðgerð.

Í 2011 var Uttanlandstænastan skipa sum deild á Landssjúkrahúsinum við endamáli m.a. at taka sær av øllum tí praktiska viðvíkjandi sjúklingaferðum uttanlands.

Í fjør var Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn lagt undir Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum, sum sostatt gjørdist tættari knýtt at sjúkrahúsinum. Ein stórur partur av føroysku sjúklingunum, ið skulu viðgerast uttanlands, fara til Danmarkar í viðgerð, har teir fáa innivist á Sjúklingahotellinum Tórshavn.

Fyri at at fáa eina støðumynd av tænastuni á Sjúklingahotellinum, varð herfyri gjørd ein nøgdsemiskanning millum sjúklingar og avvarðandi.

119 fólk sum hava búð á Sjúklingahotellinum ávíst tíðarskeið í ár hava svarað einum spurnarblaði um praktiska kunning í samband við ferðina, og um mat, reingerð og sjúkrarøkt á sjúklingahotellinum.Yvirorðnaða úrslitið vísti høgt nøgdsemi við tænastuna.

Respondentarnir høvdu møguleika at koma við viðmerkingum til annað enn settu spurningar, og komu fleiri við viðmerkingum til betringar innan ávís øki, sum Uttanlandstænastan og Sjúklingahotellið hava tikið til sín, og arbeiða við. Endamálið er, at samskipa tænastuna á bestan hátt millum Uttanlandstænastuna, Sjúklingahotellið og viðgerðastaðið, til frama fyri sjúklingin.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.