Krista Arnold Thomsen, Klaksvík er júst vorðin liðug við útbúgving sína sum serlækni í almen medicin – vanliga nevnt kommunulækni. Hon bíðar í løtuni eftir endaligu løggildingini frá Sundhedsstyrelsen.
Krista hevur tikið fyrra partin av 5 ára serlæknaútbúgvingini í Region Nordjylland og seinna partin í Føroyum og havt meginútbúgvingastað í Kommunulæknaviðtaluni á Sandinum í Klaksvík, hjá Magnusi Magnussen, kommunulækna og Jaspuri Petersen, kommunulækna.
Krista byrjaði í starvi í Føroyum í november 2012. Hon er 35 ára gomul, og býr í Klaksvík saman við manni og 3 børnum.
Hon hevur nú í hyggju at søkja fast starv sum kommunulækna í nærøkinum. Í løtuni virkar hon sum avloysari í Kommunulæknaviðtaluni á Sandinum í Klaksvík.
Útbúgving í Føroyum av serlæknum í almen medicin er í einum samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymisk klinisk uppihald á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 14 læknar undir útbúgving til kommunulækna og væntandi verða 3 liðugt útbúnir í 2015.