Bíðilistar

Gáva latin Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum

10. NOVEMBER 2015

Fríggjadagin 6. november var hátíðarløta á Landssjúkrahúsinum, har fyritøkan ANSNI  handaði Sjúkraflutningstænastuni eitt LUCKAS 2  hjartatól.

 

Tólið verður brúkt til sjúklingar, ið hava fingið hjartasteðg, og er triðja hjartatólið av sínum slag, ið Sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum hevur fingið handað sum gáva frá trimum veitarum seinasta árið.

 

Liðlæknin á Sjúkraflutningstænastuni Hans Jákup Simonsen sigur, at hjartatólið fer at betra um hjartasteðgviðgerðina og bjarga nógvum menniskjalívum.

 

Í dag er hjartatól tøkt í sjúkrabilunum í Suðurstreymoy, Eysturoy og í Vágum, umframt at eitt hjartatól eisini er tøkt í sjúkrabilinum í Klaksvík.

 

Á myndini síggjast frá vinstru Hans Jákup Simonsen, liðlækni á Sjúkraflutningstænastuni, Helgi Justinussen, stjóri í ANSNI, Barbara Danielsen, leiðsluskrivari ANSNI, Jákup Nolsøe, leiðari á Sjúkraflutningstænastuni og Jógvan Jensen, leiðari ANSNI Tilbúgving.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.