Bíðilistar

Granskingardagurin 2015 sera væl eydnaður

4. JUNI 2015

Granskingardagur var á Landssjúkrahúsinum tann 28. mai. Byrjað varð í forhøllini við at forkvinnan í Granskingarnevndini bjóðaði vælkomin.
Síðan setti rektarin á Fróðskaparsetur Føroya, Sigurð í Jákupsstovu dagin og vísti millum annað á tað gagn Setrið, føroyska heilsuverkið og samfelagið hevur av føroyskari heilsugransking. Eisini vísti hann á tørvin fyri einum víðkaðum samstarvi og uppraðfesting hesum viðvíkjandi.

Nógv fólk varð komið at lýða á tær seks framløgurnar av føroyskum granskingarverkætlanum innan heilsugransking og vóru framløgurnar sera áhugaverdar. Tær vístu, at føroysk heilsugransking hevur ment seg nógv og fevnir um alt fleiri økir innan heilsuvísind.

Í steðginum setti Jákup Veyhe granskingina undir skeivu sjóneykuna og herligt var at hoyra láturin frá meira enn 100 áhoyrarum runga í forhøllini.
Til seinast hildu Pál Weihe, professari og yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu og Shahin Gaini, lektari og yvirlækni á LS hvør sín sera áhugaverda fyrilestur, har teir lýstu menningina innan føroyska heilsugransking sum heild, og hvussu granskingin á LS hevur ment seg seinastu árini til tað, hon er í dag. 

Fyrsti Granskingardagur á LS var í 2013, og við áhaldandi góðu undirtøkuni, verður miðað ímóti at hava ein slíkan dag á hvørjum ári.
Sí myndir frá degnum her.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.