Á ráðstevnuni ”Barnarættindi og umsorganartrot - møguleikar og avbjóðingar”, sum ”Nordisk Forening mot barnmishandling og omsorgssvikt” skipar fyri í Norðurlandahúsinum, fer Tóra Petersen, ph.d. og løggildur sálarfrøðingur, sum starvast á Landssjúkrahúsinumb at hava eina framløgu.
Tóra Petersen fer at leggja fram úrslitini frá kanning síni, sum er higartil einasta føroyska epidemiologiska kanning av traumatisering hjá børnum og ungum og psykologisk og sosial viðurskifti, sum ávirka posttraumatisk eyðkennir. Kanningin er gjørd ímillum føroyskar 8. floksnæmingar.
Ráðstevnan verður 5. oktober 2015 og hevur fokus á barnarættindi og sálarløst hjá børnum.