Bíðilistar

Fleiri krabbameinssjúklingar fáa viðgerð í Føroyum

1. OKTOBER 2015

Frameftir fara ávísir krabbameinssjúklingar, sum higartil eru sendir uttanlands í viðgerð, at fáa møguleika fyri í staðin at fáa viðgerð í Føroyum. Landssjúkrahúsið hevur gjørt nýggja samstarvsavtalu við Ríkissjúkrahúsið, ið ber við sær, at ein størri partur av viðgerðini av føroyskum krabbameinssjúklingum kann fara fram í Føroyum.

Avtalan merkir millum annað, at ein serlækni í krabbameinssjúkum verður á Landssjúkrahúsinum tveir dagar hvørja viku. Talan er um fýra ymiskar serlæknar, sum fara at skiftast um at taka sær av krabbameinssjúklingum á Landssjúkrahúsinum.

Tað, ið er eftir av árinum, koma serlæknar frá sjúkrahúsinum í Lund framhaldandi at virka á Landssjúkrahúsinum eins og nú, hóast nýggja avtalan við Ríkissjúkrahúsið fær virknað í oktober.

Nýggja avtalan styrkir munandi um krabbameinsviðgerðina í Føroyum, tí meira enn helmingurin av føroysku krabbameinssjúklingunum, sum áður hava verið sendir av landinum, fara framyvir at fáa bæði viðgerð og eftirviðgerð á Landssjúkrahúsinum.

Sjúklingar, sum hava fingið sína eftirkanning útsetta vegna læknamangul, fáa innkalling til eftirkanning innan ársskiftið 2015/2016.

Sjúklingar, ið longu eru í viðgerð uttanlands fyri krabbasjúku, ið frameftir fer at verða viðgjørd á Landssjúkrahúsinum, fáa møguleikan at velja ímillum at fáa restina av síni viðgerð í Føroyum ella at verða liðugt viðgjørd uttanlands.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.