Bíðilistar

Blóðtøppur í heilanum - hvør minuttur telur!

9. OKTOBER 2015

Blóðtøppur í heilanum (Apopleksi)  er ein bráðfeingis sjúka, sum krevur bráðfeingis viðgerð. Millum 120-130 nýggir tilburðir verða árliga staðfestir í Føroyum, harav 85% stava frá blóðtøppum. Restin kemur av heilabløðing ella bløðing  millum heilaserkirnar.

Blóðtøppur í heilanum er ein tann íðuligasta orsøkin til deyða ella avlamni,  - men tað nýtist ikki at verða so.

Landssjúkrahúsið er tí fari undir eitt átak, bæði til borgarar og heilsustarvsfólk, at kunna um, hvussu týdningarmikið tað er, at bera skjótt at, um ein hevur sjúkueyðkenni, ið benda á blóðtøpp í heilanum. Tí hvør minuttur telur!

Týdningarmestu eyðkennini:

- Brádligt lamni ella niðursett megi/følisansur í armi ella beini øðrumegin á likaminum

- Brádliga ilt við at finna ella siga orð

- Brádliga hangandi munnviki

Ring 1-1-2 beinanvegin - tí hvør minuttur telur!
Tað er týdningarmikið, ikki at  ”sova uppá tað”, um ein merkir hesi tekin/eyðkenni. Hóast tekinini eru horvin aftur ella kanska bert vardu einar tveir minuttir, skalt ringjast 112!
 
Les meira her fyri at kunna teg um vanligastu sjúkueyðkennini, og hvat tú kanst gera.
Her hevur tú somuleiðis møguleika at prenta plakat, t.d. at hanga upp á tínum arbeiðsplássi.

Ert tú heilsustarvsfólk:
Les faldaran Blóðtøpp í heilanum- hvør minuttur telur!

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.