Bíðilistar

Sukursjúka og koronasmitta

23. MARS 2020

Orsakað av smittuverjuátøkum móti koronasmittu er øll viðtala í diabetes ambulatorium á Landssjúkrahúsinum broytt.

Sjúklingar skulu BERT møta til kanningar, um teir hava fingið serlig boð um hetta umvegis telefon. 

Í løtuni er einki sum bendir á, at mótstøðuførið er verri hjá sjúklingum við sukursjúku. Um fólk við sukursjúku verða smittað, er vandin fyri álvarsomum sjúkueyðkennum tó størri, um blóðsukrini eru høg, ella um ein er eldri enn 80 ár.

Serligir vandabólkar

Um tú hoyrir til ein av nevndu bólkum, metir danska heilsustýrið teg at vera í størri vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk/ur av koronasmittu:

  • Um sukursjúkan er illa regulerað
  • Um ein er yvir 80 og hevur sukursjúku
  • Um ein er við barn ella hevur fingið sukursjúku í sambandi við barnsburð, verður ein eisini mett at vera í vandabólki, hóast prógv ikki eru fyri hesum. Hetta fyri at taka eyka fyrivarni.
  • Aðrir vandabólkar eru fólk við høgum blóðtrýsti, sum ikki er viðgjørt, og fólk við hjartasjúku. Hetta eru sjúkur, sum fólk við sukursjúku ofta eisini hava.

Hvat kann ein sjálv/ur gera?

  • Gott reinføri: Vaska tær ofta um hendurnar, nýt hondspritt og njósa og hosta í ermuna.
  • Ver heima. Hav so lítið samband sum gjørligt við onnur og bið onnur taka atlit. Fá onkran at keypa inn fyri teg, ella nýt heimasíðurnar hjá matvøruhandlunum, og fá heilivágin koyrdan til dyrnar.

Um tú einki hevur hoyrt 6 vikur eftir, at tú skuldi havt verið til samrøðu á Landssjúkrahúsinum, heita vit á teg um at seta teg í samband við skrivaran.

Hent leinki um sukursjúku og korona

Á hesum síðum finnur tú góð ráð til tín, sum ert í vandabólki. 

Danska heilsustýrið.

Diabetesforeningen  

Koronavirus í Føroyum 

www.korona.fo 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.