Bíðilistar

Nýggj granskingargrein um lívshóttandi infektiónir har granskari av LS er høvundur

20. OKTOBER 2014

Shahin Gaini, yvirlækni Ph.D. í internum medisini, infektiónsmedisini og tropumedisini hevur í samstarv við granskarar í Danmark og USA almannakunngjørt eina vísindaliga grein í Journal of Critical Care um blóðeitran, sjokk og akuttan æðraskaða við lívshóttandi infektiónum sum sepsis og meningitis.

Granskarar vóna, at útslitini kunnu verða við til at menna vitanina og viðgerðarmøguleikarnar, tá talan er um sverar infektiónir í einum globalum høpi.

Medisinska Granskingareindin á Landssjúkrahúsinum samstarvar við Ríkissjúkrahúsið, Keypmannahavnar Universitet, Odense Universitetssjúkrahús, Súðurdansk Universitet, Landspitali Reykjavík, Háskula Ìslands, Amsterdam Universitet, AMC Uni.sjúkrahús Amsterdam og Fróðskaparsetur Føroya.


Nógvar verkætlanir eru í løtuni í gongd: Ein Ph.D. verkætlan um lívshóttandi infektiónir og blóðeitran í Føroyum (FAPI verkætlanin). Ein Ph.D. verkætlan um hví føroyingar vóru so hart raktir av meningitis B, og um føroyingar eru serliga útsettir fyri at fáa meningitis (MeFcocc verkætlanin). Ein Post.Doc. verkætlan um føroyingar eru serliga útsettir fyri at fáa tuberklar (MyFgen verkætlanin).

 

Les vísindaligu greinina um lívshóttandi infektiónir við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Greinin í Journal of Critical Care

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.