Bíðilistar

Landssjúkrahúsið fer undir at brúka Mínboks

5. NOVEMBER 2014

Landssjúkrahúsið hevur sum visjón at verða pappírsleyst. Sum liður í hesum er nú klárt at verkseta innkallingar til borgarar/sjúklingar umvegis Mínboks. 
Skipanini fer at verða innførd í stigum. Fyrsta økið er Endoskopieindin, ið ger kikara- kanningar í maga-tarm-skipanini.

Skipanin virkar soleiðis, at tá sjúklingur skal innkallast, trýstir starvsfólkið á ein knøtt í sjúklingaskipanini THS. Hetta viðførur at eitt innkallingarsskjal fer til eina sjálvvirkandi skipan, sum finnur móttakaran í Mínboks. Brævið leggur seg so í Mínboks hjá móttakaranum, sum sostatt fær tað elektroniskt. 
Hevur móttakarin ikki fingið sær Mínboks, finnur skipanin sjálv útav at lata innkallingarbrævið til eina automatiska pakki-skipan hjá Elektron, ið skrivar út innkallingina, og pakkar í brævbjálva, sum síðani verður sendur móttakaranum umvegis Posta. 

Við hesum gerst innkallingarmannagongdin einfaldari og smidligari, og kemur skjótari fram til sjúklingin.

Spennandi verður at fara í gongd og at víðka hettar til aðrar eindir í leypið av 2015. Málið er, at allar eindir á Landssjúkrahúsinum kunnu brúka Mínboks innan endan av 2015.

Til ber at melda seg til Mínboks umvegis heimasíðuna www.minboks.fo

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.