Bíðilistar

Stoffskifti og koronasmitta

23. MARS 2020

Ongin gransking hevur higartil víst á, at stoffskiftið er í serligum vanda í sambandi við koronasmittuna. Kortini kunnu tey, sum eru í viðgerð fyri høgt stoffskifti við thycapzol/thiamazol fáa agranulocytosu, sum kann geva niðursetta immunverju. Hetta kemur oftast fyri innan 100 dagar eftir, at viðgerðin er byrjað, men kann eisini vísa seg seinni.

Fært tú tískil fepur ella ilt í hálsin, skalt tú taka ein steðg frá thiamazol/thycapzol og seta teg í samband við lækna fyri at taka blóðroyndar og kanna leukocyt-differential-teljing. Eisini undir koronafarsóttini.

Orsakað av smittuverjuátøkum móti koronasmittu er øll viðtala í diabetes ambulatorium á Landssjúkrahúsinum broytt. 

Sjúklingar skulu BERT møta til kanningar, um teir hava fingið serlig boð um hetta. 

Øll, sum frammanundan høvdu eina tíð, fáa bræv frá læknunum við svari uppá blóðroyndirnar. Her verður eisini mett um, hvussu skjótt ein skal taka nýggja blóðroynd og hava eina nýggja tíð. Tað er ymiskt, hvussu leingi sjúklingar kunnu vænta at bíða, og kann bíðitíðin væntast at vera millum 3-12 mánaðir.

Eru ivamál verða tit biðin um at seta tykkum í samband við skrivaran, tá koronasmittan er avhæsað.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.