Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Sjúkrahúsverkið skal hava nýggja heimasíðu

31. MAI 2021

Kravfesting til nýggja felags heimasíðu til tey trý sjúkrahúsini er gjørd, og í vikuni verður arbeiðið at gera heimasíðuna boðið út.

Sjúkrahúsverkið skal hava nýggja felags heimasíðu. Heimasíðan skal vera pallurin fyri samskiftið við allar føroyingar, sum hava tørv á sjúkrahúsviðgerð ella kanning, uttan mun til hvar tú ert staddur landafrøðiliga. Tað er viðgerðin til sjúklingin, sum skal vera í miðdeplinum og hetta skal sniðið á heimasíðuni avspegla.

Nýggja felags heimasíðan er ein liður í arbeiðinum at sameina tey trý sjúkrahúsini í sjúkrahúsverkinum. Í síðstu viku varð nýtt virðisgrundarlag og búmerkið lagt fram, og næsta stig er at fáa til vega eina nýggja heimasíðu. Tríggjar heimasíður verða harvið til eina. 

Tørvur er á einari tíðarhóskandi heimasíðu, sum tekur støði í gerandisdegnum og miðlavanunum hjá fólki í dagsins. Við tíðini skulu fleiri møguleikar vera fyri sjálvgreiðslu, og har tað ber til, eiga fólk at sleppa at bíleggja og geva avboð til tíðir gjøgnum heimasíðuna.

Á heimasíðuni skulu tey vitjandi skjótt finna greiða, einfalda og dagførda kunning um allar tær viðgerðir og kanningar, sum eru, og fáa neyðuga kunning um hvussu tey skulu bera seg at, tá ið tey vitja sjúkrahúsini. Á síðuni kunnu áhugaði eisini søkja størv og lesa tíðindi um virksemið í Sjúkrahúsverkinum, umframt hagtøl um eitt nú bíðitíðir.

Arbeiðið at gera nýggja heimasíðu til Sjúkrahúsverkið verður boðið út á Keypsportali landsins í hesari vikuni.

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.