Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Korona: Ert tú í viðgerð við hydrokortison?

23. MARS 2020

Viðgerð við hydrokortison, sum verður givið við mangul á binýrabarkhormon, setir við aktuellari vitan IKKI sjúklingarnar í vandabólk við atliti at koronasmittu.

Tó er øll viðtala í endokrinologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum broytt orsakað av koronasmittuni. Tú skalt sostatt IKKI møta í ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum.

Øll, sum hava fingið eina tíð, fáa bræv frá læknunum við svari uppá blóðroyndirnar. Her verður eisini mett um, hvussu skjótt ein skal taka nýggja blóðroynd og hava eina nýggja tíð. Tað er ymiskt, hvussu sjúklingar kunnu vænta at bíða, og kann bíðitíðin væntast at vera millum 3-12 mánaðir.

 

Soleiðis skalt tú gera

Niðanfyri hava vit nøkur góð ráð til tín, sum ert í viðgerð við hydrokortison.

Tryggja tær, at tú eigur “reyða kortið” frá okkum.

Vanligar avtalur um økta dosering eru framvegis galdandi. Her er ein vegleiðing til, hvussu tú kanst gera, um tú hevur øktan tørv á hydrokortison orsakað av krevjandi sálarligum og kropsligum støðum:

  • Legg 5-10 mg hydrokortison afturat vanligari dosis sum avtalað (um tú hevur nógv at gera, skalt undir havaarbeiði ella kropsligan aktivitet osfr.)
  • Dosis av hydrokortisoni skal økjast, um tú hevur fepur:
    • Um temp. yvir 38°C: dupult dosis
    • Um temp. yvir 39°C: 3-dupult dosis
    • Um temp. yvir 40°C: 4-dupult dosis
  • Í sambandi við skurðviðgerð o.a. skal dosis av hydrokortison økjast og møguliga gevast beinleiðis í æðrarnar.
  • Kritisk sjúka s.s. blóðeitran: 300 mg. hydrokortison í æðrarnar í samráð við lækna og sjúkrahús.
  • Við spýggjan fleiri ferðir dagliga ella diarré eigur tú at lata teg innleggja við atliti at fáa hydrokortison í æðrarnar.
  • Tá tú verður frísk/ur, skal tú trappa niður aftur til vanliga dosis yvir fáar dagar.

 

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.