Tað hevur í fleiri ár verið sera trupult at fáa serlæknar í kvinnusjúkum í føst størv. Tí hevur gynekologiska og obstetriska økið í ávísan mun verið mannað av konsulentum seinnu árini. Hetta hevur verið ein kostnaðarmikil men neyðug skipan, tí stórur tørvur er á kanningum og viðgerð fyri kvinnusjúkur, og tykist tørvurin vera vaksandi. Av somu orsøk er bíðitíðin eisini vaksin.
Landssjúkrahúsið hevur tí strongt á at fáa fullmannað og økja talið av serlæknum á økinum, soleiðis at kvinnur sleppa skjótari fram at til viðgerðir. Hetta er nú eydnast.
Úr serligu serlæknapuljuni, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum umsitur, er játtan fingin til fjórða serlæknan í kvinnusjúkum, og um mánaðarskiftið varð Jan Schou settur í fast starv sum yvirlækni á Skurðdeplinum. Jan Schou er eitt kent andlit á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur nevniliga virkað sum vikarur á Landssjúkrahúsinum seinasta árið.
Vit gleðast um hendan framburðin á økinum og ynskja Jan Schou hjartaliga tillukku við starvinum.
Jan Schou tók við starvinum tann 1. mai.