Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Herdu átøkini ávirka Føðideildina

16. MARS 2020

Orsakað av herdu átøkunum móti coronasmittuni eru hesar broytingar framdar á Føðideildini.

Avlýsingar og broytingar:
- Øll føðifyrireiking er fyribils avlýst.
- Rundvísing á Føðideildini er avlýst
- 1. ljósmóðirviðtalan, viðtalan í viku 22 og eftirføðingarsamrøðan verða yvir telefon. Hetta merkir, at tú verður heima við hús, og viðtaluljósmóðirin ringir teg upp.
- Bert makin sleppur inn á Føðideildina at vitja, treyta av at hann er frískur.

Hetta heldur fram sum ætlað:
- Allar planlagdar ultraljóðskanningar verða gjørdar eftir ætlan. Tó ber ikki til at hava nakran afturat sær til skanningina.
- Vit bjóða framvegis ljóðsmóðirviðtalur sum vant eftir viku 22.

Vit fara tó at heita á teg um ikki at møta til kanning, um tú kennir teg sjúka við hosta, fepri ella andaleiðstrupulleikum. Tá skalt tú ringja til kommunulækna ella vaktlæknan.
Til ber at ringja 304500 lokal 5119 fyri at fáa nýggja tíð.

Heitt verður á barnakonur um at hava landroyndina við til viðtaluna.

Ring altíð, áðrenn tú kemur á deildina!

Tað er einki sum bendir á, at coronasmittan ferðast frá móðir til barn. Vit svara telefonini alt døgnið og fara at royna at svara spurningum sum frægast. Um tørvur er á tí, verður tú boðin inn til kanningar eins og vanligt.

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.