Bíðilistar

Gevast við at hópkanna fyri koronu

28. FEBRUAR 2022

Nú allar koronuavmarkingar fara úr gildi, steðgar Sjúkrahúsverkið við at hópkanna fyri koronu. Í dag er seinasti dagur, tú kanst bíleggja tíð til koronukanning á koronu.fo.

Tað eru sløk tvey ár síðani at fyrsta koronukanningin varð gjørd í Sjúkrahúsverkinum. Hendan fyrsta kanningin varð greinað á Statens Serums Institutt í Danmark, men skjótt varð borið at, og síðani hava allar kanningar í Føroyum verið greinaðar av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Thetis.

Sjúkrahúsverkið hevur havt fleiri kanningarstøðir kring landið. Umframt høvuðsstøðirnar í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri, hava kanningarstøðir eisini verið á Sandi, Vestmanna, Vágum, Oyrabakka og Nólsoy. Støkk-upp kanningar hava verið í Runavík, og koronukanningar vóru á útoyggj, um tað mundið koronusmittan tók seg upp.

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt stívliga 500.000 kanningar tilsamans hesi tvey árini, sum svarar til, at hvør føroyingur í miðal hevur kannað seg 10 ferðir. Januar 2022 gjørdist metmánaður, tá næstan 90.000 kanningar vórðu gjørdar.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.