Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Corona: Fyrsti føroyski tilburðurin staðfestur

4. MARS 2020

Nú er staðfest, at fyrsti føroyingur er smittaður av covid-19 – eisini rópt corona virus.

Talan er um ein persón, sum hevur verið á ráðstevnu í París seint í februar mánaði. Heilsustøðan hjá viðkomandi er góð. Hann og familjan eru nú í sóttarhaldi heima.

”Eg skilji væl, um fleiri borgarar kunnu kenna seg fjálturstungnar, nú corona virus er komið til landið. Vit hava vitað í eina tíð, at møguleikin var til staðar fyri, at smittan kom til Føroya, so vit hava fyrireikað okkum væl. Vit taka støðuna í størsta álvara og fylgja gongdini dag fyri dag,” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Landslæknin er farin í gongd við at kanna allar persónar nærri, sum smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, um enn fleiri borgarar skulu í sóttarhald. 

“Okkara fremsta mál er at byrgja fyri, at fleiri verða smittað,” sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur avgjørt at fylgja tilráðingunum hjá epidemi-kommisjónini um, at øll heilsustarvsfólk og starvsfólk í eldrarøktini, sum hava verið í Kina, Iran, Korea ella Norðuritalia, skulu halda seg heima við hús í 14 dagar eftir, at tey eru komin heim. Hetta kemst av, tað fyrst og fremst eru eldri borgarar og sjúk, sum verða rakt meint, um tey verða smittað av corona virusi.

“Tað er okkara greiða tilmæli, at allir borgarar, sum hava verið í londum, ið verða bólkað sum vandaøki, fara sjálvboðið í sóttarhald í 14 dagar. Støðan broytist dag fyri dag, og tí hava vit fleiri amboð í amboðskassanum, sum kunnu brúkast, um støðan broytist," sigur Shahin Gaini, serlækni á Landssjúkrahúsinum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, mælir øllum borgarum til at leita sær vitan á almennu heimasíðunum um corona smittuna.

”Vit liva í einari tíð, har leysatíðindi ganga skjótt – kanska serliga á sosialu miðlunum. Tí vil eg mæla øllum til at leita sær vitan á almennu heimasíðunum hjá eitt nú landslæknanum og Heilsumálaráðnum, soleiðis at tey fáa neyðugu vitanina um, hvussu vit sum borgarar skulu fyrihalda okkum til corona smittuna," heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum.

 

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.