Mánadagin 28. februar flytur ambulatoriið hjá Rannsóknarstovuni í nýumvæld hølir í B-bygninginum. Talan er um hølini til høgru fyri forhøllina.
Flytingin merkir, at kemur tú á Landssjúkrahúsið at taka blóðroynd ella EKG, skalt tú ikki longur møta í Bláa Ambulatoriinum hinumegin J.C. Svabosgøtu, men fara inn gjøgnum høvuðsdyrnar á Landssjúkrahúsinum. Skeltir og onnur kunning vísa veg inn í nýggju hølini.
Til ber framvegis til at seta bilin frá sær á parkeringsplássinum við J.C. Svabosgøtu.
Upplatinartíðirnar eru tær somu sum áður.