Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Varastjóri til Sjúkrahúsverkið

15. MARS 2023

Vit leita eftir einum nærløgdum og framskygdum varastjóra, sum hevur hug og hegni til at standa á odda fyri einum Sjúkrahúsverki í stórari menning og við framsóknum ætlanum. Kanska er tað tú?

Sí lýsingina HER 

Í Sjúkrahúsverkinum hava vit sett okkum fyri at gerast eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi, sum er eyðkent fyri nýhugsan. Vit vilja at sjúklingarnir skulu hava eina góða uppliving av Sjúkrahúsverkinum sum eina heild, og fáa somu dygdargóðu heilsutænastu, óansæð hvat sjúkrahús, hvønn depil ella hvørja deild sjúklingurin vitjar. Hetta megna vit bert við góðum samstarvi tvørtur um sjúkrahús, fakmørk og geirar.

Vit vilja vera eitt arbeiðspláss, har starvsfólkini trívast og vilja vera í mong ár. Og vit vilja vera eitt arbeiðspláss, sum dregur nýggjar starvsfelagar til, tí her er gott at vera og møguleikar eru fyri at menna seg – bæði fakliga og menniskjaliga. 

Sum varastjóri við sjúkrarøktarfakligari bakgrund verður tú ein partur av leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum og myndar ovastu leiðsluna á Landssjúkrahúsinum saman við sjúkrahússtjóranum og varastjóranum við læknafakligari bakgrund. Varastjórin við sjúkrarøktarfakligari bakgrund fer at hava sín gerandisdag á Landssjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.