Bíðilistar

626 børn fødd í fjør

1. FEBRUAR 2023

Tað vórðu 626 børn fødd í Føroyum fjør. Øll uttan eitt vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum, 307 gentur og 318 dreingir. Heili 12 tvíburðapør vórðu í 2022.

Nú hava hugt eftir hagtølunum fyri børnini, sum komu í verðina í 2022. Samanborið við árið fyri, so vórðu eitt vet færri børn fødd í Føroyum í fjør enn í 2021, tá tey vóru 678 í tali.

Tað er væl kent, at føroysku børnini hava góða vekt. Miðalvektin fyri børnunum hjá teimum, ið áttu fyrstu ferð, var 3640 gram. Hjá teimum, sum høvdu átt áður var miðalvekin hjá børnunum 3774 gram. Umleið triðjahvørt barn vigaði í 2022 meira enn fýra kilo við barnsburð og seks prosent við 4,5 kilo ella meira.

Samanlagt vóru tað 175 mammur, sum fingu sítt fyrsta barn í 2022. Miðalaldurin hjá teimum var 27,15 ár. 209 fingu sítt annað barn, 175 sítt triðja og hjá 48 mammum var talan um fjórða barnið.

Tá eitt barn verður føtt, kunnu foreldrini seta eina nál á føðitalvuna, sum hongur í gongini á føðideildini, sí mynd.

Landssjúkrahúsið ynskir tykkum øllum somlum hjartaliga tillukku.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.