Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Stór ráðstevna um norðurlendska gransking i krabbamein verður í Føroyum í ár

9. MARS 2022

Í heyst skipar Association of the Nordic Cancer Registries (ANCR)  fyri stórari ráðstevnu í Føroyum, um krabbameinsgransking í Norðurlondum.

Granskarar fara at greiða frá sínum úrslitinum, eins og postarar við ymsum granskingarevnum verða sýndir fram. Afturat hesum er ráðstevnan ein møguleiki hjá teimum starvsfólkunum, sum arbeiða við at viðlíkahalda databasurnar, at møtast og fáa fakliga inspiratión umframt at læra um nýggjar mannagongdir og royndir frá hinum londunum.

Norðurlond skráseta krabbameinstilburðir í eina felags skrásetingarskipan, NORDCAN, har tað ber til at samanbera gongdirnar innan ymisk sløg av krabba í teimum ymsu londunum. 

Ráðstevnan er á hvørjum ári í einum av Norðurlondunum. Í fjør átti hon at vera í Keypmannahavn, men var avlýst orsakað av korona. Í ár verður hon á Hotel Føroyum í døgnum 14- 16 september. Væntandi vera áleið 100 luttakarar úr ymsu Norðurlondunum á ráðstevnuni. 

Skráin kann síggjast her.  

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.