Corona.fo

Neyðtøkutilbúgving verksett á Landssjúkrahúsinum

2. MARS 2022

Nu er møguligt hjá fólki, ið hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, at ringja beinleiðis til eina neyðtøkutelefon á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp uttan at neyðugt er at seta seg í samband við løgregluna frammanundan. Telefonnummarið er 304600.

Tilbúgvingin er mannað við starvsfólki, ið eru skúlað til at taka ímóti fólki, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd. 

Serlæknar, knýttir at tilbúgvingini, hava ábyrgd av kanningararbeiðinum, sum kann verða sett í verk í sambandi við at fólk, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, venda sær til tilbúgvingina. Hetta tí tey, sum kanska í fyrstu syftu ikki ynskja at melda brotsverkið, seinni kunnu broyta fatan, og tá skulu hava møguleika at fara til løgregluna. Tilbúgvingin skal tí tryggja, at læknafrøðiligu prógvini verða goymd í eitt ár. 

Í tilgongdini hevur serliga neyðtøkutilbúgvingin í Íslandi verið fyrimynd. Beinleiðis samstarv er við íslendsku tilbúgvingina, og starvsfólk í bráðmóttøkuni/skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum hava saman við serlæknum í kvinnusjúkum fingið undirvísing í, hvussu íslendska tilbúgvingin er skipað og virkar.   

Heimasíðan www.neyðtøka.fo veitir kunning um, hvussu farið verður fram, tá ringt verður til neyðtøkutilbúgvingina.  

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.