Granskarar á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinumfara nú undir granskingarverkætlanina "Tann Føroyski Knækanningar Bólkurin". Verkætlanin verður gjørd í samstarvi við granskarar á Ílegusavninum og á Hvidovre Hospital.
Í stuttum snýr verkætlanin seg um knæskelskeiking hjá ungum føroyingum í aldrinum 15 til 19 ár. Knæskelskeiking er, tá knæskelin er farin úr lið.
Í fyrstu atløgu fara granskarar at kanna títtleikan, vandatáttar og ættarbregði. Síðani verður eisini farið undir at kanna langtíðar trupulleikar hjá teimum, ið hava keikt sær knæskelina.
Allir ungir føroyingar í aldrinum frá 15 til og við 19 ár fáa í hesum døgum eitt spurnarskema í MínBoks ella eitt vanligt bræv við spurningum, sum snúgva seg um knæskelskeiking. Granskararnir vóna at fáa svar frá øllum - eisini teimum, ið ikki hava keikt sær knæskelina áður.
Spurnarblaðið leggur eisini lunnar undir gransking innan aðrar knæskaðar hjá ungum føroyingum.
Høvuðsábyrgdarhavandi lækni er Niclas H. Eysturoy, ið er í høvuðsútbúgvingarstarvið innan ortopædi á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Høvuðsvegleiðari er Kristoffer Barfod, yvirlækni og kliniskur lektari á Hvidovre Hospitali.