Bíðilistar

Kunning til tín sum skal uttanlands til viðgerð ella kanning

3. MARS 2022

Í Danmark krevja fleiri deildir, sjúkrahús og sjúklingahotel framvegis, at tú hevur eina negativa PCR-kanning. Hendan skal so vítt møguligt ikki vera eldri enn 48 tímar gomul.

Tey, sum hava havt koronu seinastu 60 dagarnar, skulu ikki kanna seg. Orsøkin er, at kanningin kann verða positiv í fleiri vikur eftir, at tey hava havt smittuna.

Er sjúklingurin innlagdur á sjúkrahúsi í Føroyum, so skipar deildin fyri, at sjúklingurin og avvarðandi verða kannaði.

Er sjúklingurin ikki innlagdur á sjúkrahúsi er mannagongdin hendan.

Tú kanst lata teg kanna fyri koronu gerandisdagar kl. 08.00 á teimum trimum sjúkrahúsunum. Svarið fært tú við SMS og telduposti. Eisini fylgjarar kunnu kanna seg við eftir hesum leisti.

Landssjúkrahúsið
Sjúklingur og avvarðandi møta í Útistovu kl. 08.00 (bláa lonin omanfyri vegin) og seta seg í bíðirúmið, til tey verða kallað inn. Tú skal ikki bíleggja tíð.

Klaksvíkar sjúkrahús
Sjúklingur og avvarðandi møta í móttøkuni kl. 08.00. Móttøkan boðar Rannsóknarstovuni frá. Tú skal ikki bóka tíð.

Suðuroyar sjúkrahús
Sjúklingur og avvarðandi møta í móttøkuni kl. 08.00. Móttøkan boðar Rannsóknarstovuni frá. Tú skal ikki bóka tíð.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.